Vælferð fyri okkum øll

Eg havi valt at stilla upp fyri nýggja sjálvstýri tí flokkurin hevur megna at endurskapa seg sum ein modernaður liberalur sjálvstýrisflokkur. Sleppa vit at seta dagskránna, so skal Føroya Løgting eisini endurbyggjast so vit fáa eitt moderna og framsøki ting sum vit kunnu vera stolt av.

Í 1963 segði Martin Luther King tey mergjaðu orðini: “I have a dream”. Til samanberingar so søgdu okkara tingfólk í desember 2007: “Eg havi eina milliard”. Í desember rakk hendan visiónsmilliardin ikki longur enn til eit stórt hol.

Hevði eg fingið eina milliard at ráa yvir, so hevði eg gjørt alt ørvísi. Eg bygt nóg nógv røktarheimspláss og vardar íbúðir, og eg hevði gjørt íbúðir til lesandi og pensionistar og onnur sum ikki hava nógvar pengar, eg hevði langt síðan gjørt ein nýggja studentaskúla á marknagili, ein tjóðpall til okkara altjóða virðislønta tónleikarar og sjónleikarar - og eitt fyrst og fremst eitt veruligt føroyskt universitet so at tann einasti stóri samfelagsbólkurin sum vit enn senda av landinum fær møguleika fyri at vera verandi her. Og vit tit hvat? har hevði verið ríkiligt eftir til annað.

Trupulleikin er bara at hendan milliardin ikki er til. Gandaorði nú er “langtíðarfígging”. Tað merkir at landskassin verður bundin til eitt lán í 30 ár ella meir, og tað vil siga at tey næstu mongu árini verður ikki ráð til nakað av hesum sum eg havi nevnt. Kassin er stutt sagt langtíðarstøvsugaður.

Politikkur er fyrst og fremst at hava visiónir og duga at raðfesta rætt. Vælferð fáa vit bert við rættari prioritering, tað vil siga at vit mugu brúka pengarnar har tørvurin er størstur. Pengarnar í landskassanum eiga tú og eg, og skynsamur fíggjarpolitikkur krevur fyrst og fremst rygg og støðufesti. Raðfesta vit skeivt vera vit færri og fátækari sum tjóð.

Ì desember í 2007 valdi okkka ting at brúka landskassan til valstríð heldur enn vælferð. Um tit vilja hava eitt ting sum tit kunnu vera stolt av og sum raðfestir vælferð framum grót og betong, so skulu ti velja meg og sjálvstýrisflokkin.

hi,

hi,

This is a very interesting website, I have added testking 642-973 it in my favourites. This post is exactly what I am interested.I shall be pleased testking 642-975 to become a regular visitor. keep up doing nice job.i have bookmarked testking 642-982 this site and emailed it to a few friends so they can get help to it.keep doing good work i will come testking 642-974 back here in future to see more updates as well. regards

Syng nú babberara, er bygt uppá eina sögu mann hevur hoyrt ofta her á
cheap airline tickets leið í ymiskum variantum. Tað er um ein sum ikki fekk sovið fyri eini
dunnu, tí hon helt ov nógvan gang eina náttina. Hesin gjördi ikki mætariviagra
enn at fanga dunnuna og kippa hana. Meðan hann heldur um hálsin í ferð
við at kippa hana lyftir hann dunnuna upp og sigur við hana: Syng nú
babberara!engagement rings

Trúið mér þess minn mikla heppni til að finna svo aðra og svo félagslegu efni á microsoft exams . Ég mun ekki ungfrú allir tækifæri til að deila hvert vandamál mitt og mirth.

Eg eri bara ein vanligur Föroyingur, sum heldur at tað kann ikki vera rætt at sita heima og grenja í meðan tingið söplar alt burtur. Eg gjördi av at stilla upp fýri nýggja sjálvstýrið tí flokkurin er endurreistum við ungari manning sum vil tað sama sum eg - vilja hava eina landsins leiðslu sum tey kunnu vera trygg við og stolt av.

tað var tað fyrsta eg hugsaði... who are you?... stillar tú virkuliga upp fyri sjálvstýrisflokkin?....

Eg var úti á Flogvøllinum ídag, og eg lurtaði at øllum valevnunum, og tú og partadaman, virkaðu mær sum tey einastu (kanska eitt sindur Tjóðveldi eisni) ið vildu inn á ting, tí hjarta bankaði fyri at gera ein mun her í samfelagnum, harafturímóti hini, vildu inn á ting, fyri at upphevja teirra sosiala status, og spæla kong gularót, men Hans! Tú ert ikki nøkur Kong Gularót... tú skal fáa mína atkvøðu.